Nógv bendir á, at fyrrverandi uttanríkisráðharrin og borgarstjórin í London, Boris Johnson, kann gerast komandi bretskur forsætisráðharri.
Í hvussu so er vann hann stórsigur í fyrstu atkvøðugreiðsluni um hvør skal vera formaður í konservativa flokkinum eftir Theresu May.
Tíggju fólk, átta menn og tvær kvinnur, hava bjóðað seg fram til at gerast nýggjur formaður, og eftir atkvøðugreiðsluna í dag eru sjey eftir – alt menn.
Talan var um eina atkvøðugreiðslu í tingbólkinum hjá konservativa flokkinum. Av teimum 313 møguligu atkvøðunum, fullu tær 114 til Boris Johnson. Nærmastu kappingarneytar eru núverandi uttanríkisráðharrin Jeremy Hunt við 43 og umhvørvisráðharrin Michael Gove við 37 atkvøðum.
Síðan komu fyrrverandi brexit-ráðharrin, Dominic Raab 27, innanríkisráðharrin Sajid Javid 23, heilsumálaráðharrin Matt Hancock 20 og ráðharrin í menning Rory Stewart 19.
Fyrrverandi ráðharrarnir Andrea Leadsom við 19, Mark Harper við 10 og Esther McVey við 9 atkvøðum fingu so mikið fáar atkvøður, at tey ikki longur eru við í formansstríðnum.
Næsta umfar í formansstríðnum verður týsdagin. Tá verður botnmarkið fyri at vera við hækkað úr 5 til 10 prosent av atkvøðunum. Síðani verða fleiri valumfør, har eitt valevni verður sáldað frá til bert tvey eru eftir.
Hesir báðir vera so við í avgerandi atkvøðugreiðsluni millum teir 120.000 limirnar í flokkinum. Vinnarin verður nýggjur formaður í konservativa flokkinum og harvið eisini bretskur forsætisráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald