Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson vil vera við, at russiski forsetin, Vladimir Putin einaferð skal hava hótt við at senda eina rakett eftir honum.
Tað kemur fram í nýggjari heimildarsending hjá BBC, "Putin vs the West", sum snýr seg um stríðið millum Putin og vesturheimin áðrenn kríggið í Ukraina.
Hetta skal vera hent undir einari telefonsamrøðu millum tær báðar, stutt áðrenn Russland gjørdi innrás í Ukraina 24. februar í fjør.
– Einaferð hótti hann meg onkursvegna og segði: "Boris, eg vil ikki skaða teg, men við einari rakett hevði tað bert tikið nakrar fáar minuttir," ella okkurt sovorið, sigur Boris Johnson í sendingini, sum verður víst klokkan 21 í kvøld. Eitt brot úr sendingini sæst her.
Boris Johnson leggur afturat, at Putin útfrá tónalagi hansara at døma tyktiskt líkasælur, tá hann royndi at samráðast.
Undir telefonsamrøðuni varð eisini tosað um, hvørt Ukraina kundi gerast limur í verjusamgonguni Nato, og tá skal Putin hava spurt inn til, hvat Johnson meinti, tá hann segði, at tað ikki fór at henda í "nærmastu framtíð".
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj er eisini við í sendingini hjá BBC. Har tosar hann um sínar miseydnaðu royndir at fáa Ukraina uppí Nato, áðrenn kríggið við Russland breyt út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald