Uttanlands

Boris Johnson skal hitta Macron og Merkel

Brexit er ovast á breddanum

(Boris Johnson hevur gjørt greitt, at Bretland fer úr Brexit 31. oktober - við ella uttan avtalu)

(Boris Johnson hevur gjørt greitt, at Bretland fer úr Brexit 31. oktober - við ella uttan avtalu)

2019-08-19 13:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesari vikuni skal bretski forsetismálaráðharrin hittast við leiðarunum í tveimum av teimum mest fólkaríku londunum í Evropa. 

Fyrst er tað franski Emmanuel Macron. Johnson og Macron hittast í París í morgin og skulu tosa um Brexit, umframt kreppuna í Iran og Sýria. 

Mikudagin hittir Boris Johnson, ið er rímiliga nýggjur í sessinum, Angelu Merkel í Týsklandi. At hittast við týski kanslaranum og franska forsetismálaráðharranum er helst partur av at halda góð sambond áðrenn Brexit.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder