Konservativi bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, stendur til at fáa eitt gott val, tá bretar skulu velja nýtt tjóðarting 12. desember.
Ein umfatandi kanning, sum YouGov hevur gjørt vísir, at konservativi flokkurin stndur til at vinna 359 tingsessir á valinum, og fær sostatt meirilutan í Undirhúsinum, sum hevur 650 limir.
Hetta eru góð tíðindi fyri Boris Johnson, sum stendur til eina framgongd á 42 tingsessir, skrivar Reuters.
Labour stendur hinvegin til eina niðurgongd úr 262 til 211 sessir.
Kanningin hjá YouGov er bygd á sonevnda MRP-modellinum, sum er nógv tryggari enn vanligar kanningar, sum ofta eru bygdar á umleið 1000 svar. MRP-mátingarnar byggja á svar frá fleiri tíggjutúsund møguligum veljarum.
Bretska valskipanin ger tað sera trupult at meta um valúrslitið, men hetta modellið vísti seg at raka væl til valið í 2017, tá táverandi forsætisráðharri Theresa May hevði stóra afturgongd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald