Uttanlands

Boris Johnson stillar ikki upp til formanssessin

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin fer ikki at royna eftir formanssessinum í konservativa flokkinum og harvið forsætisráðharrasessinum

Boris Johnson (Mynd: EPA)

Boris Johnson (Mynd: EPA)

2022-10-23 22:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin Boris Johnson sigur sambært Sky News og BBC, at hann ikki stillar upp til at blíva nýggjur formaður fyri konservativa flokkin og harvið forsætisráðharri.

- Tað er ein góður møguleiki fyri, at eg hevði eydnast við valinum, og aftur kundi sitið í Downing Street fríggjadagin. Men seinastu dagarnar eri eg komin fram til, at tað ikki er tað rætta at gera, sigur Boris Johnson sambært BBC.

Hetta skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.

Fyri at gerast nýggjur formaður í flokkinum, skal ein hava stuðul frá minst 100 av teimum konservativu tinglimunum í undirhúsinum. Nakað, sum Johnson sigur seg hava.

Orsøkin til, at Bretland skal hava nýggjan forsætisráðharra, er at Liz Truss í hesari vikuni legði frá sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder