Í dag kom bretska tjóðartingið saman fyri aðru ferð, síðan hægstirættur í Bretlandi fyrradagin gjørdi av, at Boris Johnson ikki hevði grundarlag fyri at senda tingið til hús í fimm vikur.
Tingið hevur í dag viðgjørt fundin í gjár, og dagurin í dag bleiv eisini til enn ein ósigur fyri bretska forsetisráðharran, tá ein meiriluti atkvøddi ímóti at niðurleggja tingarbeiðið í tríggjar dagar, so konservativi flokkurin kann halda sín árliga landsfund í Manchester.
306 atkvøddu ímóti, og 289 atkvøddu fyri.
Vanligt er, at tjóðartingið tekur ein steðg, so flokkarnir kunnu hava landsfund, men andstøðan noktar at niðurleggja tingarbeiðið í einum so avgerandi tíðarskeiði, nú bretar standa til at skula úr ES um ein góðan mánað - 31. oktober.
Sambært The Guardian er eingin ætlan um at avlýsa landsfundin hjá konservativa flokkinum, hóast meirilutin atkvøddi ímóti.
Andstøðan heldur, at tað var ætlanin hjá Boris Johnson at taka Bretland úr ES uttan skilnaðaravtalu, hóast hann sjálvur hevur sagt, at hann heldur vil fara úr ES við avtalu.
Boris Johnson hevur tó alla tíðina hildið fast við, at Bretland skal fara úr ES 31. oktober við ella uttan avtalu.
Sambært einum lógaruppskoti, sum varð samtykt beint áðrenn tingið varð sent til hús 10. september, skal bretska stjórnin biðja ES um at útseta freistina til aftaná 31. oktober, um eingin avtala er komin í lag í seinasta lagi 19. oktober.
- Úrslitið av fólkaatkvøðuni skal virðast
Johnson sigur, at hann heldur tað vera skeivt av hægstarætti at blanda seg uppí málið, og hann heldur fast við, at avgerðin hjá honum um at senda tingið til hús var røtt.
Tá Boris Johnson hevði orðið í gjár, segði hann m.a., at úrslitið av fólkaatkvøðuni í 2016, har fleiri enn 17 mió. bretar atkvøddu fyri brexit, skal virðast.
- Brexit-mótstøðufólk liva í einari ævintýraverð. Tey halda, tey kunnu ignorera valúrslitið, segði hann. Eisini fanst hann at Labour fyri ikki at taka undir við einum nývali.
Leiðarin í Labour-flokkinum, Jeremy Corbyn segði, at Boris Johnson hevur svikið bretska fólkið, og at hann átti at lagt frá sær. Fleiri tjóðartingslimir funnust eisini at Boris Johnson fyri ikki at hava biðið um umbering fyri, at hann sendi tingið heim í fimm vikur.
Á fundinum í gjár segði Jeremy Corbyn eisini, at hann fegin vil taka undir við einum nývali, um Boris Johnson útsetur brexit til aftaná 31. oktober. Tað hevur bretski forsetisráðharrin ferð aftaná ferð sagt, at hann ikki ætlar sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald