Konservativi flokkurin við Boris Johnson á odda ynskir at strika fleiri framíhjárættindi, sum ES-borgarar higartil hava havt sum tilflytarar í Bretlandi.
Bretski forsætisráðharrin sigur, sambært Reuters, at tey konservativu ynskja at javnseta tilflytarar úr ES-londum við tilflytarar úr londum uttan fyri ES, og verður hetta galdandi frá 2021, um flokkurin vinnur valið 12. desember.
Eitt nú vil hann krevja, at ES-borgarar skulu gjalda meira enn 6000 krónur, um teir hava tørv á læknahjálp, meðan teir eru staddir í Bretlandi. Eisini er ætlanin, at tilflytarar úr ES-londum skulu bíða fimm ár, áðrenn tey fáa rætt til almennar veitingar. Sum nú er, er bíðitíðin bert tríggjar mánaðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald