Uttanlands

Boris Johnson: Trump fer at koma sterkt aftur

Bretski forsætisráðharrin, sum sjálvur gjørdist álvarsliga sjúkur við korona í vár, er vísur í, at amerikanski forsetin fer at koma fyri seg aftur

Boris Johnson (Mynd: EPA)

Boris Johnson (Mynd: EPA)

2020-10-03 14:04 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri heimsleiðarar hava ynskt amerikanska forsetanum, Donald Trump, góðan bata, eftir at hann fekk staðfest korona náttina til fríggjadagin okkara tíð.

Millum teirra er bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, sum sjálvur varð smittaður í vár.

Á tíðindafundi í dag segði Boris Johnson, at hann hevði tosað við starvsfólk hjá Trump.

– Eg eri vísur í, at hann (Donald Trump, red.) fer at gera júst tað, sum læknarnir biðja hann um at gera. Eg eri eisini vísur í, at hann fær ta best møguligu viðgerðina. Eg eri vísur í, at hann fer at koma sterkt aftur, segði bretski forsætisráðharrin sambært The Guardian.

56 ára gamli Boris Johnson gjørdist sjálvur álvarsliga sjúkur, eftir at hann fekk staðfest korona 27. mars.

Hann hevði mild sjúkueyðkenni í tíggju dagar, men brádliga versnaði støðan, og hann mátti innleggjast 5. apríl. Dagin eftir varð hann fluttur á intensiva deild, har hann lá í tríggjar dagar. Eftir at hava verið innlagdur í tilsamans átta dagar varð hann útskrivaður.

Sambært Boris Johnson, kundi tað verið endað heilt galið hjá honum.

– Tað er ringt at trúgva, at heilsan hjá mær kundi gerast so vánalig uppá nakrar fáar dagar. Eg minnist, at eg var ørkymlaður. Eg skilti ikki, hví støðan hjá mær ikki batnaði, segði hann í samrøðu við blaðið The Sun, tá hann greiddi frá um tíð sína á sjúkrahúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder