Uttanlands

Boris Johnson undir trýsti

Tinglimir vilja trýsta bretsku stjórnina til at almannakunngera avleiðingarnar av Brexit uttan avtalu

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2019-09-09 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretskir tinglimir fara í dag at gera eina roynd at fáa í lag eitt orðaskifti, sum skal noyða konservativu stjórnina at almannakunngera skjøl um avleiðingarnar av einum Brexit uttan skilnaðaravtalu.

Kravið er eisini, at Boris Johnson, forsætisráðharri, skal halda seg til lógina.

Tað veit sjónvarpsstøðin ITV at siga. Ein journalistur hjá sjónvarpsstøðini skrivar á Twitter, at tinglimir í gjárkvøldið hava avtalað mannagongdina sínámillum.

Antstøðan óttast alt meira, at Johnson ætlar at síggja burtur frá eini nýggjari lóg, sum skal undirskrivast av drotningini í dag.

Lógin varð samtykt í farnu viku. Hon noyðir forsætisráðharran at royna at útseta Brexit, um tjóðartingið sigur nei til eina ES-avtalu, ella tað ikki eydnast stjórnini at fáa eina avtalu við ES innan 19. oktober.

Tinglimirnir hava stóran áhuga í at síggja skjøl hjá stjórnini, sum vísa, hvat stjórnin sjálv heldur fer at henda uttan eina avtalu við ES.

Konservativa stjórnin hevur ikki longur meiriluta aftan fyri seg eftir at 21 konservativir limir hava atkvøtt saman við andstøðuni fyri at fáa nýggju lógina samtykta. Teir 21 limirnir eru nú tveittir úr flokkinum.

Leygardagin legði Amber Rudd, ráðharri fyri arbeiði og pensjón, frá sær. Hon segði, at hon ikki longur hevur álit á at tað fer at eydnast Boris Johnson at fáa eina skilnaðaravtalu í lag. Hon óttast fyri, at hann fer at taka Bretland úr ES uttan nakra avtalu.

Um tað hendir, verður tað, sambært fíggjarfrøðingum, ein fíggjarligur smeitur fyri bretskan ídnað og fyri bretska búskapin, skrivar Reuters. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder