Uttanlands

Boris Johnson vann sannførandi

Johnson fekk næstan tvífalt so nógvar atkvøður sum mótstøðumaðurin Jeremy Hunt

2019-07-23 12:43 Author image
Ari av Rana
placeholder

Boris Johnson gjørdist fyri løtu síðani forsætisráðharri í Stórabretlandi, tá hann vann valið um at gerast floksleiðari í stjórnarflokkinum Konservativu.

Fyrrverandi borgarstjórin í London og fyrrverandi uttanríkisráðharrin fekk næstan tvífalt so nógvar atkvøður sum mótstøðumaðurin, núverandi uttanríkisráðharrin Jeremy Hunt. Johnson fekk 92.513 atkvøður, meðan Hunt fekk 46.656 atkvøður.

Boris Johnson tekur væntandi yvir sum forsætisráðharri í morgin, tá fráfarandi forsætisráðharrin, Theresa May, fer at boða drotning Elisabeth II at hon leggur frá sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder