Uttanlands

Boris Johnson við ES: Gev okkum eina betri avtalu

Tað er ógreitt, hvat fer at henda, um Bretland ikki rindar skilnaðarrokningina á 39 mia. pund, men sambært Boris Johnson, eiga bretar ikki at gjalda, áðrenn ein endalig avtala er komin í lag

Boris Johnson (Savnsmynd)

Boris Johnson (Savnsmynd)

2019-06-09 12:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skilnaðurin frá ES fer væntandi at kosta Bretlandi uml. 39 mia. pund (uml. 320 mia. í okkara krónum).

Men um Bretland ikki veit, hvør veruleikin verður, tá tey fara úr ES, eiga tey ikki at rinda peningin til Brússel, heldur Boris Johnson, ið var ein av heitastu forsprákaranum fyri Brexit í 2016, og sum verður sæddur sum favorittur at yvirtaka forsetisráðharrasessin hjá Theresu May.

Boris Johnson, ið hevur verið borgarstjóri í London og uttanríkismálaráðharri undir Theresu May, heldur ikki, at bretar skulu gjalda, áðrenn tey hava eina endaliga avtalu.

Hann heldur, at peningurin kann brúkast til at leggja trýst á ES fyri at fáa eina betri skilnaðaravtalu.

Ógreitt er, hvat hendir, um Bretland ikki rindar skilnaðarrokningina. Í frágreiðing frá Yvirhúsinum var niðurstøðan m.a. tann, at eingin lóg er, ið forðar bretum í at renna undan rokningini, skrivar TV2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder