Bretska tjóðartingsvalið í gjár hevur givið konservativa flokkinum við Boris Johnson á odda meirilutan, og sostatt kann bretski forsætisráðharrin nú fáa sína skilnaðaravtalu ígjøgnum.
Tá Boris Johnson helt røðu í dag, takkaði hann fyri stuðulin, og lovaði hann, at Bretland fer úr ES 31. januar, sum er núverandi freistin, sum bretar hava fingið frá ES.
- Eg ætli mær at steðga øllum hesum larminum og fáa brexit avgreitt 31. januar. Einki um, einki men, einki kanska, lovaði hann.
Konservativi flokkurin fekk eitt framúr val, og stendur sambært The Guardian til at fáa 364 sessir í undirhúsinum, nú næstan allar atkvøðurnar eru taldar upp.
Hetta er besta valúrslitið, sum konservativi flokkurin hevur fingið síðan 1980ini, tá Margaret Thatcher stóð á odda fyri flokkinum. Í 1983 fekk flokkurin 397 sessir, og í 1987 fekk flokkurin 376 sessir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald