Innanlands

Børn avdúkað fyri at hava framt herverk

Vóru inni í einum húsum har tey brutu innbúgv og skrivaðu á veggirnar

2024-04-18 07:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í sambandi við eitt herverksmál suðuri í Vági herfyri, er løgreglan nú komin fram til, at tað var ein bólkur av børnum, sum stóð aftanfyri.

Talan er um ein herverkstilburð, sum fór fram 28. mars, tá onkur hevði skaffa sær atgongd til eini hús við at bróta ein rút í úthurðini. Inni í húsinum var innbúgv brotið, og tað var eisini skrivað á veggin.

Løgreglan hevur síðan arbeitt við málinum, og er komin fram til, at talan var um átta børn, sum ganga í 3., 4. og 5. flokki, sum høvdu verið inni og framt herverkið.

So ung børn kunnu ikki revsast, men løgreglan hevur verið í sambandi við foreldrini hjá børnunum, og barnaverndarmyndugleikarnir eru eisini kunnaðir, upplýsir vaktleiðarin hjá løgregluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder