Uttanlands

Børn eru við í stríðnum í Jemen

Fealgskapur fyri mannarættindi boðar frá, at børn eru í kríggj í landinum á arabisku hálvoynni

Her sæst ein hermaður, sum stuðlar stýrinum í Jemen - har eru fleiri ið eru væl yngri enn hann, ið eru á somu siðu ella á síðuni hjá uppreistrarfólkunum (Mynd: EPA)

Her sæst ein hermaður, sum stuðlar stýrinum í Jemen - har eru fleiri ið eru væl yngri enn hann, ið eru á somu siðu ella á síðuni hjá uppreistrarfólkunum (Mynd: EPA)

2019-07-17 10:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er uppreistur og stríð í Jemen, og mitt í hesum ófriðinum hava nógv børn vápn og eru í leiklutinum sum herfólk. Hetta boðar mannarættindafelagsskapurin Mwatana frá. 

Mwatana er fríur av statinum og arbeiðir fyri at betra um mannarættindini í ófriðaliga Jemen. Mwatana er í hesum døgum á vitjan í París, har greitt verður frá støðuni í landinum. Á tíðindafundi í franska høvuðsstaðnum segði forsetin Radhya Almutawakel, at har síggjast børn við vápnum í Jemen, og at tey stríðast fyri báðar partar - soleiðis var støðan ikki framaundan 2014. Hetta skrivar franska tíðindastovan AFP.  

At børn eru í slíkum stríðnum er ikki óvanligt. Hetta hevur verið soleiðis í ymiskum borgarakríggjum; millum annað tí í Sierra Lione frá 1991 til 2002.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder