2022-05-25 11:29

Í gjár fekk løgreglan eina fráboðan úr Klaksvík um, at nøkur børn høvdu funnið eina krysantemumbumbu.
Talan er um eitt slag av fýrverki, sum er ólógligt í Føroyum og bannað vanligum fólki at brúka, tí tað kann elva til stóran skaða, um ikki verður farið rætt fram.
Fólk, sum høvdu skil fyri slíkum, vórðu send á staðið at handfara fýrverkið, sigur løgreglan.
Løgreglan leggur afturat, at fólk skulu vísa varsemi og boða løgregluni frá, um tey finna slíkt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald