Innanlands

Børn og ungdómar í Runavíkar kommunu fáa ognarkort

Skal fáa fleiri at vera virkin innan eitt nú fimleik, fótbólt, kapprógving, klaverspæl, telving, frálæru í russiskum og so framvegis, sigur kommunan

2019-10-31 23:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Runavíkar býráð hevur í kvøld samtykt at seta skipanina “Spjaldur” í verk. Talan er um eina skipan har børn og ungdómar í kommununi fáa eitt ognarkort.

- Spjaldrið verður eitt persónligt ognarkort, ið bert kann nýtast av einum og sama persóni. Tað verður galdandi fyri alt virksemi á ítróttar, mentanar- og frítíðarøkinum, sum er staðsett í Runavíkar kommunu.

Endamálið er sum sagt at tryggja, at øll eiga møguleikan eftir áhuga. Børn og ung ráða sjálvi fyri hvussu Spjaldrið verður brúkt, - bert teirra áhugi ræður fyri, um ognarkortið verður nýtt í fimleiki, fótbólti, kapprógving, klaverspæli, telving, frálæru í russiskum o.s.fr.

Byrjað verður við at seta tvey túsund krónur inn á kortið. Runavíkar kommuna hevur leitað sær íblástur við hesum korti í Íslandi.

- Royndirnar í Íslandi eru nú, at fleiri gerast limir í frítíðarfeløgum og hetta sæst aftur sum bót á tí meiri døkku síðuni í samfelagnum. Umráðandi er í hesum viðfangi, at avtalur verða gjørdar millum kommununa og feløgini, sum eru við í skipanini, og treytir fyri luttøku eru m.a., at felagið skal hava nøktandi hølisviðurskifti og at útbúnir venjarar, omanfyri 18 ár, skulu standa fyri venjingunum.

Nú skipanin verður sett í verk í Runavíkar kommunu, er neyðugt, at avtala verður gjørd við feløgini, sum hava frítíðarvirksemi, hvussu skipanin skal fáast at virka í gerandisdegnum.

Spjaldur-skipanin verður sett í verk pr. 1. januar 2020.

Í løtuni eru 696 børn og ung í aldrinum 6-18 ár í Runavíkar kommunu. Í 2020 er sett av hálv onnur millión til endamálið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder