Innanlands

Børn royndu at lumpa løgregluna

- men hóast telefonnummarið var loyniligt eydnaðist at finna fram til, sum ringdu

2019-10-17 08:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um 21 tíðina í gjárkvøldið varð ringt til alarmsentralin á løgreglustøðini í Havn, og í telefonini hinumegin hoyrdust ljóð, sum um onkur var í svárastu neyð.

Telefonnummarið, haðani ringt varð, var loyniligt.

Kortini eydnaðist tað løgregluni – við hjálp frá Føroya Tele – at fáa uppklárað hvør hevði ringt, og løgreglan fór á staðið at kanna málið.

Eins og grunað varð, var talan um børn, sum høvdu spælt sær við telefonini og royndu at gera gjøldur við løgregluni.

- Vit fingu fatur á foreldrini og gjørdu teimum, og børnunum, greitt, hvussu álvarsligt slíkt er, og at tað ikki eigur at koma fyri, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder