Innanlands

Børn úr øllum Føroyum á barnaráðstevnu

Øll næmingaráðini í skúlunum í Føroyum til og við miðnám eru savnað í Norðurlandahúsinum, har endamálið er, at øll børn og ung í Føroyum fáa møguleika at koma við sínum íkasti til komandi barnalóg fyri Føroyar

Tað er ein týðandi boðskapur, at børnini í Føroyum fáa møguleikan at siga sína hugsan

Tað er ein týðandi boðskapur, at børnini í Føroyum fáa møguleikan at siga sína hugsan

2025-01-22 12:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesum døgum eru heilt nógv børn og ung savnaði í Norðurlandahúsinum. 

Talan er um øll næmingaráðini í føroysku skúlunum - til og við Miðnám - sum hava ymiskar verkstovur og annað á skránni.

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið skrivar á heimasíðu sínari, at endamálið er, at øll børn og ung í Føroyum fáa møguleika at koma við sínum íkasti til komandi barnalóg fyri Føroyar.

- Næmingaráðini verða styrkt, so tey eru ein sterk rødd í fólkaræðinum fyri allar næmingar. Barnalógin skal tryggja øllum børnum og ungum í Føroyum grundleggjandi rættindini, ið eru nevnd í Barnarættindasáttmálanum og Brekrættindasáttmálanum. 

Sí eisini: ST-nevndin hevði 59 tilmæli til Føroyar í mun til breksáttmálan

Tað er ein týðandi boðskapur, at børnini í Føroyum fáa møguleikan at siga sína hugsan. Børnini og tey ungu, ið eru vald í næmingaráð, skulu harvið eisini umboða øll í teirra skúla - eisini tey, ið møguliga ikki hava so sterka rødd av ymsum ávum.

Aðalráðið vísir á, at tey børn, ið ikki hava møguleika at koma í Norðurlandahúsið til tiltakið – til dømis børn, ið bera brek, fleirmælt og fleirmentað børn og børn á dagstovni - fáa møguleikan at koma við sínari hugsan í einari serligari fyriskipan eftir ráðstevnuni. 

Talan er um týðandi lið í sonevndu Barnaverkætlanini, sum stig varð tikið til, stutt eftir at Barna- og Útbúgvingarmálaráðið varð skipað.

[object Object]
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum (Mynd: bumr.fo)

Barnaráðstevnan endar við einari hátíðarløtu í høllini í Norðurlandahúsinum 23. januar kl. 12.30 – 13.30, har landsstýrisfólkini, forfólkið í Kommunufelagnum og Barnaumboðsmaðurin taka ímóti íkastinum frá børnunum og teimum ungu til fyrstu føroysku barnalógina.

Ráðstevnan er eitt samstarv millum Barnaverkætlanina, Barnabata, Undirvísingarstýrið, Nám, Fróðskaparsetur Føroya og Norðurlandahúsið – og er útint og fyrireikað samstarvi við skúlaleiðslurnar, lærararnar og børnini kring alt landið, skrivar bumr.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder