Mentan

Børn vilja hava óhugnaligar søgur úr rúmdini

30. mai vísir Norðurlandahúsið dansisýningina Farligir Fiskar, sum Bobbi Lo Prodution hevur gjørt í felag við 4. flokk úr Lítlaskúla í Tórshavn

2021-05-19 13:21 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hvat hendir, tá børn sleppa at avgera søgugongdina í eini leiksýning? Tað veit dansibólkurin Bobbi Lo Produktion. Tey hava nevniliga fleiri ferðir, bæði í Svøríki, Danmark og Grønlandi framført sýningar, har børn hava avgjørt søgugongdina og verið sera stórur partur av framleiðsluni, og nú gongur leiðin til Føroya.

30. mai vísir Norðurlandahúsið dansisýningina Farligir Fiskar, sum Bobbi Lo Prodution hevur gjørt í felag við 4. flokk úr Lítlaskúla í Tórshavn. Tað vil siga, at børnini úr Lítlaskúla hava rátt fyri søgugongd, tónleiki, tilevning osfr. Leikluturin hjá dansibólkinum hevur verið at akta og útinna.

Úr hesum er sprottin ein sera øðrvísi sýning. Nógv halda kanska, at børn vilja síggja klovnar við reyum nasum, um ein spyr, hvat tey vilja síggja á palli. Men í roynd og veru vilja tey ofta heldur síggja eina óhugnaliga sýning, sum fer fram í rúmdini, greiða dansararnir Michael Tang og Lava Markusson frá Bobbi Lo Produktion frá. Og løgið nokk er fiskurin ein vera, ið gongur aftur. Tí er tað kanska ikki so løgið, at sýningin í Norðurlandahúsinum hevur fingið heitið Farligir Fiskar og snýr seg um menniskju, sum flyta av gongustjørnu til gongustjørnu so hvørt sum gongustjørnurnar leggjast í oyði, og enda við at verða fangaði í einum óhugnaligum húsum.

Alheimurin í sýningini er úrtøkiligur og surrealistiskur, og søgugongdin er meiri fantasifull og "out of the box" enn í eini sýning, sum vaksin kunnu gera, siga Bobbi Lo Produktion.

Endamálið hjá dansibólkinum er at fáa børn at kenna seg heima í listini. At kenna ognarrætt og stoltleika um at vera partur av at skapa eina sýning, og at avbjóða teirra abstraktu fatan.

Umframt 4. flokk úr Lítlaskúla í Tórshavn er Farligir Fiskar skapt av dansarunum: Rannvá Guðrunardóttir Niclasen (FO), Michael Tang (DK) og Lava Markusson (SE), koreografi/leikstjóra: Lava Markusson (SE), pallsmiði: Sámal Blak (FO), listaligum hjálparfólki: Búi Rouch (FO), tónasmiði: Hans Ole Amossen (GL) og grafiskum sniðgeva: Inuutaq Kriegles (GL)

Farligir Fiskar verður sýnd í Norðurlandahúsinum 30. mai kl. 15, og vendir sær serliga til børn í aldrinum 6-9 ár. Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder