Innanlands

Børnini á Tvøroyri ikki ansað í tveir dagar

Tvøroyri dagstovnaøkið fyribils fyri at fyribyrgja smittuspjaðing

2021-11-18 10:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvøroyrar kommuna hevur tikið avgerð um at steingja barnagarðin og frítíðarskulan í dag og í morgin.

Kommunan skrivar soleiðis í fráboðan á heimasíðuni:

Vegna tilburð av korona og fyri at fyribyrgja smittuspjaðing, er avgerð tikin um at stongja alt dagstovnaøkið í Tvøroyrar kommunu. Hetta fevnir um barnagarðin Mýrifípuna og frítíðarskúlan. Stongt verður í dag 18. november og í morgin 19. november. Fylgt verður við gongdini og støða verður skjótast gjørligt tikin um, nær latið verður upp aftur.

Heitt verður á foreldur um at boða stovnsleiðaranumfrá, um fleiri tilburðir verða staðfestir.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder