Uttanlands

Danmark: Børnini hjá Anne og Anders Holch Povlsen jarðað í dag

15 ára gamla Alma, 12 ára gamla Agnes og 5 ára gamli Alfred lótu lív í bumbuálopunum í Sri Lanka á páskum

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-05-04 17:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag var jarðarferðin hjá børnunum hjá Anne og Anders Holch Povlsen, sum lótu lív í bumbuálopunum á Sri Lanka.

Túsundatals fólk stóðu uttanfyri dómkirkjuni í Århus, har Holch Povlsen-familjan fyri seinastu ferð søgdu farvæl við 15 ára gomlu Almu, 12 ára gomlu Agnes og 5 ára gamla Alfred.

Millum tey, sum vórðu møtt upp til jarðarferðina vóru Lars Løkke Rasmussen, forsetisráðharri, umframt krúnprinshjúnini og børn teirra, sum kendu Holch Povlsen-familjuna persónliga.

Anders Holch Povlsen eigur klædnafyritøkuna Bestseller. Hann og konan, Anne, áttu fýra børn, og trý teirra vórðu dripin, tá ein bumba brast á matstovuni á hotellinum Shangri-La í Sri Lanka 21. apríl. Nú hava tey bert 10 ára gomlu dóttrina, Astrid, eftir.

Jarðarferðin byrjaði klokkan 13, og umleið ein tíma seinni varð skipað fyri almennum minningarhaldi framanfyri dómkirkjuni.

Stutt eftir fóru kirkjuklokkurnar at ringja, og kisturnar vórðu bornar út í teir tríggjar líkvognarnar.

Kisturnar vórðu prýddar við blómum, og á kistunum vóru myndir av børnunum.

Ein av kistunum varð prýdd við ballónum. Eftir nakrar minuttir í tøgn uttan fyri kirkjuna, klipti Astrid deyðu bandið á ballónunum, sum tá fóru upp í luftina.

Síðani sang Aarhus Domkirkes Kantori "Det dufter lysegrønt af græs", og líkvognarnir koyrdu avstað.

Eftir hátíðarhaldið varð jørð kastað á við Ormslev Kirke næridis Aarhus, har bara nærmasta familjan var til staðar.

Eftir jarðarferðina varð minnissamvera fyri tey nærmastu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder