Í dag hevur stórt hátíðarhald verið í Oslo í samband við, at Nobel-friðarheiðurslønin varð handað. Hesaferð fór heiðurslønin til mannarættindastríðskvinnuna, Narges Mohammed.
Narges Mohammed var ikki til staðar, tá virðislønin bleiv handað, tí hon situr fongslað í Evin fongslinum í Teharan, har fleiri aðrir kvinnuligir fangar eisini sita. Hon er dømd tíggju ára fongsulsrevsing.
Orsakað av, at Narges Mohammed ikki fekk verið til staðar til handanina vóru tað hennara 17 ára gomlu tvíburða børn, sum tóku ímóti heiðrinum og teimum ellivu milliónunum í svenskum krónum, sum fylgja við. Børnini hava ikki sæð mammu sína í átta ár, og ikki snakkað við hana seinastu tvey árini. Narges Mohammed ynskti tó, at tað vóru tey bæði, sum skuldu taka ímóti heðrinum, og bera fram røðuna, sum hon sjálv hevði skrivað í fongslinum.
Maður hennara var heldur ikki til staðar í Oslo. Hann flýddi av landinum í 2011.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald