Innanlands

Børnini vóru við tá húsaskelti vóru hongd upp í Hósvík

Bátafelagið hevur tikið stig til, at gera og heingja skeltini upp

(Mynd: Sunda.fo)

(Mynd: Sunda.fo)

2021-05-22 14:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í vikuni vóru børn og vaksin frá dagstovninum við Stórheygg við, tá eitt av teimum 18 nýggju húsaskeltunum kom upp at hanga í Hósvík.

Bátafelagið hevur tikið stig til, at gera og heingja skeltini upp.

At vera við gevur okkum møguleika, at læra um nærumhvørvi, at kenna og fáa eina samleikakenslu við barnagarðin, bygdina og samfelagið, sigur leiðarin á barnagarðinum við heimasíðuna hjá Sunda kommunu.

"Við Rætt" er eisini komið upp at hanga. Tað var ein sunnudag og tá vóru sunnudagsskúlabørnini við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder