Uttanlands

Børsen í Keypmannahavn í ljósum loga

Serliga snúðurspírið er rapað

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-04-16 07:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eyðkenda snúðurtornið á bygninginum Børsen í Keypmannahavn er rapað eftir at eldur kom í eyðkenda og søguliga bygningin í Slotsholmsgade ikki so langt frá Christiansborg í morgun.

Børsen er ein av elstu bygningunum í danska høvuðsstaðnum. Christian IV kongur stóð fyri byggingini. Børsen stóð liðugur í 1625. Børsen er høvuðssæti hjá danska arbeiðsgevarafelagnum Dansk Erhverv, har fyrrverandi konsservativi vinnu- og búskaparmálaráðharrin, Brian Mikkelsen, nú er stjóri.

Bygningurin var klæddur við byggipallum, tí eitt stórt umvælingararbeiði fer fram, nú eldurin kyknaði í morgun.

Stórur tjúkkur roykur stóð upp úr bygninginum. Logarnir komu upp gjøgnum takið, og festu í skjálvt snúðraða spírið, sum stóð sum ein logandi kyndil, áðrenn tað fall til jarðar við einum braki.

Meðan sløkkiliðsfólkini stríddust við at sløkkja eldin, sóust starvsfólk hjá Dansk Erhverv, herundir Brian Mikkelsen, renna út og inn úr bygninginum fyri at bjarga dýrabærum tingum, eitt nú málningum, skrivar dr.dk. 

[object Object]Brian Mikkelsen, stjóri í Dansk Erhverv í gongd við at bera ein av málningunum út úr brennandi Børsen-bygninginum (Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder