Uttanlands

Børsen: Nú kann kanningararbeiðið fara í gongd

Sí myndirnar av oyðileggingunum frá ógvusliga eldsbrunanum í Keypmannahavn í farnu viku

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-04-22 19:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sløkkiliðið í Keypmannahavn, Hovedstadens Beredskab, er nú liðugt við arbeiði sítt í leivdunum av søguliga bygninginum, Børsen, sum brendi farna týsdag.

Harvið fær løgreglan nú fulla atgongd til bygningin til at gera kanningararbeiði, og grundin skiftir nú til aftur at vera eitt byggipláss.

So tað er ikki fyrr nú, at brunaserfrøðingarnir hjá løgregluni sleppa inn í leivdirnar at gera kanningar av, hvat kann vera hent.

Kanningararbeiðið skal gerast í samstarvi við byggifyritøkurnar, sum vóru í gongd við at gera umfatandi umvælingararbeiðið í Børsen, sigur Anders Ellegaard, varapolitikommiserur í NKC, sum er kriminaltekniska deildin hjá donsku løgregluni, við Ritzau.

Kanningararbeiðið má gerast í tøttum samstarvi, tí tað liggur nógv tungt tilfar í leivdunum, sum skal flytast fyri at tekniska manningin kann koma framat og gera neyðugu kanningarnar.

Tað tók drúgva tíð at sløkkja tann ógvusliga eldin, og síðan hevur verið arbeitt við at tryggja veggirnar, sum enn standa uppi.

Løgreglan hevur nógv ymisk amboð at kanna eldsbrunar við, eitt nú hundar, sum kunnu snodda seg fram til, eitt nú um eldfimir løgir hava verið orsøkin til, at eldurin breiddi seg so skjótt.

Í fyrstu atløgu er uppgávan at finna út av, hvar eldurin byrjaði, og løgreglan ætlar í hesum sambandi eisini at kanna myndir og videotilfar, sum borgarar hava tikið av eldsbrunanum týsmorgunin, skrivar Ritzau.

Ritzau tíðindastovan hevur eisini gjørt samanberingar við eldin í Børsen og í Nortre Dame dómkirkjuni í Paris, sum brendi 15. apríl í 2019, og har takið bræddi og tornið koppaði.

Fimm ár og ein dag seinni hendi tað saman í Keypmannahavn, tá umleið helmingurin at søguliga keypsskálanum varð lagdur í oyði og sermerkta spírið kolaðist upp og fall til jarðar.

Gongur sum ætlað, letur Norte Dame uppaftur 8. desember í ár, takkað verið grunnum, sum hava verið við til at fíggja umfatandi endurbyggingararbeiðið.

Í Keypmannahavn vóna tey eisini, at líknandi grunnar kunnu vera við til at fáa Børsin bygdan uppaftur.

Herundir er ein røð av myndum frá EPA myndatænastuni 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder