Ein 39 ára gamal bosniskur maður er handtikin í týska býnum Dresden. Hann verður settur í samband við IS-álopið í Paris í 2015, skrivar Ritzau.
- Belgisku myndugleikarnir hava sent út handtøkufráboðan móti ákærda. Hann er undir illgruna fyri at hava arbeitt saman við yvirgangsfelagsskapinum, ið verður settur í samband við álopið, eitt nú moti konserthøllini Bataclan, hin 13. november 2015 í Paris, sigur týski ákærin sambært AFP-tíðindastovuni.
130 fólk doyðu undir álopunum í Paris og oman fyri 400 vórðu særd.
Týska løgreglan fekk áhuga fyri handtikna manninum í øðrum sambandi. Tey funnu fram til hann undir kanning av einum máli móti tveimum øðrum bosniarum, sum vóru undir illgruna fyri at hava brotið vápnalóggávuna.
Eftir yvirgangsálopið í Paris vísti seg at vera samband við víðgongd í belgiska høvuðsstaðnum, Brússel. Tað var hesin islamistiski bólkurin, sum stóð aftan fyri álopini í Belgia í mars 2016, har 32 fólk vórðu dripin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald