Innanlands

Bót fyri at fiska á stongdari leið

Skipararnir á Heyki og Falki, sum í gjár vórðu tiknir í at fiska á stongdari leið norðanfyri Fugloynna, hava játtað seg sekar

Heykur og Tjaldrið á veg inn á Havnina í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Heykur og Tjaldrið á veg inn á Havnina í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-19 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skipararnir á partrolarunum Heykur og Falkur eru nú skuldsettir fyri at fiska á stongdari leið, og kunnu teir vænta sær eina bót.

Tað var seinnapartin í gjár, at Heykur og Falkur komu á Havnina við Tjaldrinum, eftir at teir vórðu tiknir í at fiska á stongdari leið norðanfyri Fugloynna (Kassa U).

Løgreglan sigur í morgun, at tey hava avhoyrt skipararnar, og at teir hava játtað seg sekar.

Teir høvdu fiskað 3,6 tons, og tað fáa teir eina bót fyri. Hvussu stóra bót talan er um, veit løgreglan ikki at siga, tí tað er Fiskiveiðieftirlitið, sum ásetur hana.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder