Innanlands

Bót fyri at hava rúsevni uppiá sær

Einki var at finnast at á Dansibandsfestivalinum í Vági, sigur løgreglan, men í sambandi við Bátafestivalin á Toftum var ein tikin við rúsevnum uppiá sær

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-02 11:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hetta vikuskiftið hevur Dansibandsfestivalur verið á skránni, og festivalgestir í Vági hava skikkað sær avbera væl, sigur løgreglan.

Í sambandi við festivalin var løgreglan úti og kannaði ferðsluna í Vági í nátt, og har vísti alt seg at vera í lagi.

– Eini 50 bilar vórðu kannaðir, og ikki eitt mál varð skrivað, so tað fegnast vit um, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Ein annar festivalur var á skránni í gjár, nevniliga Bátafestivalurin á Toftum, og har varð eitt mál skrivað.

Ein persónur varð tikin við einari minni nøgd av amfetamin og nøkrum fáum tablettum av onkrum øðrum evni. Løgreglan veit ikki at siga, hvørjar tablettir talan var um.

Viðkomandi hevur játtað seg sekan, og fær hann eina bót.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder