Innanlands

Bót fyri at koyra uttan førararætt

Løgreglan steðgaði í nátt einum bili í høvuðsstaðnum, og vísti tað seg, at førarin ikki hevði aldur at koyra bil

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-01-14 11:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt varð ein bilførari í Havn tikin fyri at koyra uttan koyrikort. Viðkomandi var bert 17 ár, og hevði hann sostatt ikki aldur at koyra bil.

17 ára gamli drongurin er nú skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt, og tað gevur eina bót á 5.000 krónur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Hvussu hann hevði fingið fatur á lyklunum, og hvør átti bilin, vita tey á løgreglustøðini ikki at siga, men tað verður kannað nærri seinni í dag.

Hetta fær ikki ávirkan á, nær drongurin sleppur at taka koyrikort. Hetta kundi tó hent, um hann hevði rent á okkurt, ella varð tikin fyri at koyra ov skjótt ella ávirkaður.

Løgreglan hevur eisini kannað ferðsluna í Eysturoynni, og í hesum sambandi vórðu tvey mál skrivað.

Ein bilførari fær treytaða frádøming fyri at koyra 88 kilometrar um tíman í bygdum øki, og ein annar er skuldsettur fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder