Innanlands

Bót fyri at koyra yvir 100 km/t

Í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp í Sandvík, og fleiri bilførarar í Streymoynni fingu bót fyri at koyra ov skjótt. Eisini hava 15 bilar mist nummarplátuna í nátt.

Savnsmynd

Savnsmynd

2019-10-29 09:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt eftir klokkan sjey í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp í Sandvík.

Tveir bilar komu koyrandi eftir Sandvíkarvegnum, og tá tann eini ætlaði at yvirhála, fór ein seyður brádliga út á vegin, og tað endaði so við, at bilurin koyrdi útav vegnum, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Eingin fólkaskaði var tó.

Sama kvøldið millum klokkan gott 20 og 22 var løgreglan úti við lasaranum og gjørdi ferðamátingar í Hósvík og Hvalvík, og har vóru eini fýra mál skrivað.

Talan var um bilførarar, sum koyrdu millum 100 og 104 km/t, og fáa teir allir bót fyri hetta.

Løgreglan sigur, at tað hevur verið stak friðarligt í nátt, men tey hava tó verið úti og tikið nummarpláturnar av 15 bilum, sum ikki hava goldið vegskatt. Í Havn mistu 10 bilar nummarplátuna, og í Klaksvík mistu 5 nummarplátuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder