Innanlands

Bót fyri at lata lykilin vera eftir í bilinum

Tað er ikki lov at parkera bilin og lata lykilin vera eftir, og tí mátti ein bileigari í gjár á politistøðina eftir lyklinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-06-21 12:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá bilar verða stolnir í Føroyum er tað óalmindiliga sjáldan, at tað verður gjørt, uttan at lykilin verður brúktur. Annaðhvørt er lykilin í bilinum, ella so veit tjóvurin, hvar lykilin er, sigur løgreglan, sum minnir á, at tað er ikki loyvt at seta bilin frá sær og lata lykilin vera eftir.

Í gjár um middagsleitið kom løgreglan í Havn fram á ein bil, sum onkur hevði sett frá sær uttan at taka lykilin við sær.

Bilurin stóð so keðiligt parkeraður, og tí fór løgreglan at kanna hann nærri, og funnu tey sostatt útav, at eigarin hevði latið lykilin vera eftir, sigur vakthavandi á politistøðini.

Eigarin hevur skyldu til at tryggja bilin, og tí tók løgreglan lykilin og legði eini boð til eigaran í staðin um, at lykilin kundi avheintast á politistøðini.

Eigarin kom so á politistøðina eftir honum, og fekk hann eisini eina bót á 1.000 krónur við sær.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder