
Kunngerð um brá-skipan ásetur reglur um heilsufrøðiligt eftirlit og almannakunngering av eftirlitsúrslitum hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
Skipanin kemur í gildi 1. apríl.
Endamálið er á einfaldan hátt at kunna brúkarar um heilsufrøðilig viðurskifti, t.d. reinføri, á teimum støðum, har matvøra verður seld, m.a. á matstovum og útvið-veitingum. Eftirlitsúrslitið verður almannakunngjørt við eini brámynd (smiley), sum skal hanga á sjónligum stað, t.d. beint við inngongdina til matarstaðið.
Samstundis kemur í gildi kunngerð um heilsufrøðiligar treytir fyri framleiðslu av matvørum og krøv til høli í sambandi við matvøruframleiðslu. Henda kunngerð er galdandi fyri alla løggilda matvøruframleiðslu í Føroyum. Við kunngerðini verður dentur lagdur á, at matvørutrygdin er í hásæti í øllum liðum í matvøruframleiðsluni, bæði í sambandi við útflutning og á heimamarknaðinum.
Heilsufrøðiliga starvsstovan er komin væl ávegis við fyrireikingararbeiðinum til nýggju Brá-skipanina, og stovnurin fer í næstum at kunna vinnuna um skipanina, sigur Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald