
Landsstýrið hevur gjørt uppskot til fíggjarlóg, sum varð borið í tingið áðrenn 1. oktobur, og sum hevur verið til fyrstu viðgerð. Tað liggur nú í løgtingsins fíggjarnevnd.
Av tí, at løgtingsval er útskrivað, verður eingin fíggjarlóg klár 1. januar, tá ið nýggja fíggjarlógin annars skuldi taka við. Uttan fíggjarlóg hevur landið í grundini ikki rætt til at krevja skattir inn ella at hava nakrar útreiðslur. So steðgar alt virksemið hjá Landskassanum upp.
Undir slíkum umstøðum skal landsstýrið leggja uppskot til bráðfeingis játtanarlóg fyri tingið. Onkuntíð verður tað nevnt bráðfeingis fíggjarlóg ella provisorisk fíggjarlóg, men tað er tað sama. Hon skal so vera galdandi, til verulig fíggjarlóg kann gerast einaferð aftan á løgtingsvalið.
Fíggjarárini 2008, 2004, og 1989 byrjaðu eisini, uttan at løgtingið hevði samtykt nakra fíggjarlóg, og tí var neyðugt at gera bráðfeingis játtanarlóg, júst sum mann gjørdi fyri fíggjarárið 2012.
Annars hevur landspolitiska skipanin hjá okkum megnað at samtykkja og lýsa løgtingsfíggjarlóg rættstundis hvørjar ferð, soleiðis at tær kundu fáa gildi, tá ið fíggjarárið byrjaði.
Tað hevur altso verið neyðugt at gera bráðfeingis játtanarlóg fýra ferðir, síðan stýrisskipanin frá 1948 fekk gildi, tá ið skipanin við fíggjarlógum varð innførd í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald