2020-12-18 19:06

Bragdið skrivaði í dag undir sáttmála við Tórshavnar kommunu um leigu av ymsum hølum í ítróttarhúsinum við Tórsbreyt. Leigumálið er galdandi frá 1. februar 2021 og er galdandi í 15 ár.
Kurla varð niðurløgd sum dagsstovnur í fjør. Kommunan hevði forkeypsrætt uppá ognina og í summar samtykti fíggjarnevndin at gera keypsavtalu við Føroya Tele, tí ætlanin var, at ítróttarfeløgini, sum brúka Tórsbreyt, eitt nú Bragdið og Hvirlan, skuldu fáa innivist og brúksrætt til bygningin sum felagshøli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald