Mentan

Brandar við fyrsta staklagnum

Fólksligur bólkur, ið kallar seg Brandar hevur givið lagið "I Will Captain" út

2024-03-29 11:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

“I Will Captain” er fyrsta staklagið, sum fólksligi bólkurin Brandar gevur út. Lagið er orkuríkt og dramatiskt, men við einum fólksligum løttum tóna.

Teksturin lýsir lívið sum nakað stórt og fantastiskt, sum eisini hevur vandar og royndir við á leiðini. Ofta vilja vit hava stýr á øllum viðurskiftum, men mugu tó til tíðir viðurkenna, at vit ikki sjálvi røkka til.

"Sonur mín, lít á meg, eg skal stýra!" kunnu verða orð sum veita linna, troyst og vón í eini truplari støðu.

Lurta eftir sanginum á hesari leinkjuni

Hans F. Christiansen hevur skrivað bæði orð og lag. Upptøkur, produserað og mastrað hevur Alvin Ellebye.

Bólkurin er mannaður av:
Hans Fuglø Christiansen (forsangari, gittar og klaver)
Jákup Ingi Thomsen (gittar og el-gittar)
Steffan Klein Poulsen (gittar og ukulele)
Sigmund Klein Olsen (gittar og tangentar)
Teitur Akurstein (bass)
Jóhan Jacobsen (trummur)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder