Innanlands

Brandteknikarar skulu kanna orsøkina

Serkøn fólk skulu nú til Sandvíkar at kanna, hví eldur kom í eini sethús seinnapartin í gjár. Húsini stóðu ikki at bjarga og eru brend í grund

(Mynd: Suðurrás)

(Mynd: Suðurrás)

2021-05-22 09:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Brandteknikarar frá løgregluni í Havn skulu suður ein av døgunum at kanna hví eldur kom í eini sethús í Sandvík seinnapartin í gjár.

Løgreglan fekk fráboðanina klokkan 16:40, og umframt at sløkkiliðsbilar komu av Tvøroyri og Hvalba, var eisini biðið um hjálp frá sløkkiliðnum í Vági.

Húsini stóðu ikki at bjarga, og bara grundin stendur eftir. Tveir bilar sum stóðu nærhendis fóru eisini í stóra eldinum.

Orsøkin til eldin er ógreið, og hetta er tað, sum brandteknikarar nú skulu kanna.

Ein maður og ein hundur vóru inni í húsunum, tá eldur kom í, men teir sluppu út í øllum góðum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder