Innanlands

Brandur Sandoy fer úr Fólkaflokkinum

- Eg havi í dag boðað flokkinum frá, at strika meg sum lim í flokkinum, sigur Brandur Sandoy

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-06 11:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Rokið í Fólkaflokkinum stendur við og versnar. Annika Olsen hongur í klønum trái, og nú boðar sandoyartinglimurin frá, at hann fer úr flokkinum.

- Í 10 ár havi eg umboðað Fólkaflokkin í Sandoynni. Soleiðis verður ikki framyvir. Eg havi í dag boðað flokkinum frá, at strika meg sum lim í flokkinum, skrivar Brandur Sandoy í støðudagføring á Facebook fyri lítlari løtu síðani.

- Øll árini á tingi havi eg gjørt mítt allarbesta fyrst og fremst fyri Sandoynna, og síðani fyri alt landið. Vegurin Fólkaflokkurin hevur valt í seinastuni ber mær ikki til persónliga at fylgja. Tí skiljast leiðir í dag, sigur Brandur Sandoy.

- Tað hevur verið ein sonn æra at umboða tykkum og Sandoynna. Eisini vil eg takka nevndini í Sandoyar Fólkafloksfelag fyri framúr samstarv og stuðul. Politikkur hevur fylt sera nógv í lívinum seinastu 12 árini. Einasta orsøk at hetta hevur latið seg gjørt er tí at familjan hevur verið aftanfyri og stuðla og hjálpt.

Hvar leiðir gongur nú, er óvist sigur Brandur Sandoy. 

- Kanska okkurt spennandi bjóðar seg, tiltikið er at har ein hurð letur aftur letur onnur upp.

Brandur Sandoy hevur seinastu tvey árini sitið sum fast varafólk hjá Fólkaflokkinum. Tann støðan broyttist tá Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur søgdu seg úr sínum landsstýrissessum og fóru aftur í tingið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder