Innanlands

Brandur Sandoy: Tænastan eigur at vera tøk alt árið

Tað kemur illa við, at Almannaverkið steingir fyri umlættingar- og dagtilboðnum fyri børn og ung við autismu í tríggjar vikur, heldur fólkaflokstingmaðurin, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í almannamálum fyrispurning um evnið

Føroyska samfelagið eigur at tryggja, at tænastan til tey, ið hava størsta tørvin er tøk alt árið, heldur Brandur Sandoy (Savnsmynd: Jens kr. Vang)

Føroyska samfelagið eigur at tryggja, at tænastan til tey, ið hava størsta tørvin er tøk alt árið, heldur Brandur Sandoy (Savnsmynd: Jens kr. Vang)

2021-08-11 18:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ung við autismu hava tørv á einum støðugum gerandisdegi, og hava brúk fyri at støðugu, tryggu karmarnir eru tøkir allar dagar í árinum. Tað sigur Brandur Sandoy, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

Hann vil hava at vita frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hví umlættingar- og dagtilboð fyri børn og ung við autismu, fjølbreki og øðrum steingir tríggjar vikur hvørt summar.

– Ung við fjølbreki fáa regluliga umlætting av fleiri orsøkum, serliga tí at avbjóðingarnar eru ov tungar hjá avvarðandi at makta í gerandisdegnum. Avvarðandi hava ríkiligt at stríðast við, og tí kemur tað illa við, at Almannaverkið steingir fyri sínum tænastum í tríggjar vikur.

Eisini vil tingmaðurin hava at vita, hvussu stór meirjáttan skal til, fyri at hesi tilboð hjá Almannaverkinum skulu vera tøk alt árið, og um ætlanin er, at hesi tilboð eisini skulu steingja næsta summar.

Fylgjurnar eru í fleiri førum, at tey, sum tørva tænastuna, fáa varandi afturstig, og føroyska samfelagið eigur at tryggja, at tænastan til tey, ið hava størsta tørvin er tøk alt árið, sigur Brandur Sandoy.

Fyrispurningurin hjá Brandur Sandoy er soljóðandi:

1. Hvør er orsøkin til, at umlættingar-og dagtilboð til børn og ung við autismu, fjølbreki o.ø, steingir í 3 vikur hvørt summar?

2. Hvussu stóra meirjáttan skuldi Almannaverkið havt, fyri at hesi tilboð skuldu verið áhaldandi alt árið uttan íslit?

3. Hvørji onnur tilboð til fólk við serligum tørvi stongdu fyri tænastunum í summar?

4. Ætlar landsstýrismaðurin, at hesi tilboð eisini komandi ár skulu steingja á sumri?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder