
Í gjárkvøldið var nýggja høllin hjá SEV á Sundi karmur um eina venjing. Vant var í leiting og bjarging eftir saknaðum fólki.
Átaksleiðarin sendi fleiri lið av roykkavarum inn í bygningin at leita og bjarga.
Eldur var komin í kjallarahæddini og neyðugt var at bera skjótt at. Økið er stórt, men við samstarvi og góðari hjálp frá starvsfólkunum á verkinum og sjúkraflutningstænastuni eydnaðist at finna øll aftur og at veita teimum neyðuga viðgerð, sigur Tórshavnar Sløkkilið.
-
(Mynd: Tórshavnar Sløkkilið)
-
(Mynd: Tórshavnar Sløkkilið)
-
(Mynd: Tórshavnar Sløkkilið)
-
(Mynd: Tórshavnar Sløkkilið)
-
(Mynd: Tórshavnar Sløkkilið)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald