44 fólk hava nú latið lív orsaka av illveðrinum, sum hevur elvt til vatnflóð í Lansynningsbrasil.
Tað upplýstu lokalu myndugleikarnir í statinum Minas Gerais í nátt.
Umframt hetta er 12 fólk vorðin særd, og 19 fólk eru saknað. Enn hevur ikki borið til at eyðmerkja tey, ið hava latið lív í sambandi við vatnflóðini, skrivar Ritzau.
Síðan mann fyri 110 árum síðani byrjaði at skráseta avfall í Brasil, er ongantíð skrásett so nógv innan 24 tímar sum hósdagin og fríggjadagin.
Mett verður, at uml. 17.000 fólk hava verið noydd at rýma úr heiminum orsaka av illveðrinum, sum hevur rakt tilsamans 58 býir í statinum Minas Gerais. Fleiri enn 10.000 eru rýmd til aðrar statir.
Vatnflóð. Rapað hús og brýr. Koppað trø. Myndirnar av raktu økjunum eru ógvusligar. Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, ið er staddur í India, sigur, at myndugleikarnir gera "alt hvat teir kunnu" fyri at hjálpa. Eisini undirstrikar hann, at tað er torført at koma øllum til hjálpar, av tí at talan er um eitt so stórt øki, sum er rakt.
Mynd: EPA
Mynd: EPA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald