Uttanlands

Brasil: Eingin fekk meira enn 50 prosent

Fyrsta umfarið av brasilska forsetavalinum var sunnudagin, men eingin av valevnunum fekk nóg mikið av atkvøðum, og skulu fólk í Brasil tí aftur á val 30. oktober

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro (Mynd: EPA)

Brasilski forsetin, Jair Bolsonaro (Mynd: EPA)

2022-10-03 08:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var fyrsta umfarið av brasilska forsetavalinum, og nú nærum allar atkvøðurnar eru taldar upp, er greitt, at fólkið í Brasil skulu á val aftur 30. oktober.

Tað eydnaðist nevniliga ongum at fáa meira enn 50 prosent av atkvøðunum, sum tað krevst fyri at vinna forsetavalið.

Valevnið á vinstravonginum, Luiz Inácio Lula da Silva, ið eisini var forseti frá 1. januar 2003 til 1. januar 2011, fekk 48,3 prosent av atkvøðunum, meðan sitandi forsetin, Jair Bolsonaro fekk 43,3 prosent, skrivar DR.

Bolsonaro hevur sitið sum forseti síðan 2019. Hann hevur m.a. verið fyri atfinningum fyri sína handfaring av koronafarsóttini.

Luiz Inácio Lula da Silva, eisini nevndur Lula, fekk í 2018 eina longri fongsulsrevsing fyri kurruptión og hvítvask, men í 2021 varð dómurin ógildaður av brasilska hægstarættinum.

Verður Jair Bolsonaro ikki afturvaldur, verður 31. desember síðsti dagur í hansara embætistíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder