Uttanlands

Brasil: Fleiri enn 250.000 smittutilburðir skrásettir í farnu viku

Seinastu tvær vikurnar eru eisini fleiri enn 14.000 andlát skrásett

Jair Bolsonaro hevur samanborið korona við

Jair Bolsonaro hevur samanborið korona við "eitt lítið forkølilsi", og eru fólk sera ónøgd við handfaring hansara av kreppuni (Mynd: EPA)

2020-06-29 07:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta vikan hevur verið tann ringasta hjá Brasil higartil, síðan koronasmittan breyt út í landinum. Landið hevur nevniliga skrásett fleiri enn 250.000 nýggjar tilburðir í hesum tíðarskeiðnum.

Sambært tølunum frá brasilska heilsumálaráðnum, sum vórðu almannakunngjørd í gjár, skrásetti Brasil 259.105 nýggjar tilburðir í farnu viku.

Eisini vórðu 7.005 andlát skrásett í sambandi við koronasmittuni. Vikuna áðrenn skrásetti Brasil 7.285, sum er tað higartil hægsta talið á andlátum, landið hevur skrásett í eina viku.

Sambært Ritzau, koma hesi tølini samstundis sum at fólk í fleiri brasilskum stórbýum, umframt fólk í fleiri evropeiskum stórbýum, hava verið á gøtunum at mótmæla Jair Bolsonaro, ið er forseti í Brasil.

Mótmælisfólkini eru sera ónøgd við hansara handfaring av koronakreppuni.

Bolsonaro hevur higartil verið ímóti guvernørunum, sum hava latið ymsu statirnir aftur, tí tey tiltøk, sum verða sett í verk at steðga smittuspjaðingini, hava neiliga ávirkan á búskapin.

Hann hevur eisini noktað at hildið tilmælini um frástøðu og hevur samanborið koronavirusið við "eitt lítið forkølilsi".

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder