Uttanlands

Brasil hevur næstflest deyð við korona í heiminum

Hevur yvirhálað Bretland – nú bert í USA at fleiri eru deyð

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-06-13 10:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Brasil var í gjár komið upp á 41.828 deyð fólk við koronavirus. Harvið yvirhálaði landið Bretland, hvat tali av deyðum viðvíkur, og nú er tað bara USA, sum hevur skrásett fleiri deyð við korona.

Í gjár vórðu staðfestir 909 tilburðir afturat í stóra suðuramerikanska landinum, skrivar Ritzau. Samstundis øktist talið av smittaðum fólkum við 26.00, so at tað nú eru 828.000 fólk í Brasilia, ið hava fingið smittuna. 365.000 eru staðfest frísk aftur.

Í Stórabretlandi eru 41.566 staðfest deyð við koronavirus, vísir uppteljingin hjá John Hopkins University í Baltimore í USA. USA hevur hægsta talið av deyðum i heiminum, næstan 115.000.

Meðan talið av deyðum og smittaðum er minkandi í eitt nú Evropa, er tað øvugta galdandi fyri Brasil og onnur lond í Suðuramerika.

Heilsuserfrøðingar í Brasil hava, sambært Reuters, ávarað um, at veruliga talið av smittaðum, kann vera millum 10 og 15 ferðir hægri enn tey almennu tølini.

--

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder