Uttanlands

Brasil: Kongressin felt uppskotið um at broyta valskipanina

Tað er forsetin, Jair Bolsonaro, sum hevur verið frammi og sagt, at talgilda valskipanin ikki er trygg, og at hon elvir til valsvik

– Fólk, sum siga, at talgilda valskipanin er meira trygg, lúgva, segði brasilski forsetin herfyri (Mynd: EPA)

– Fólk, sum siga, at talgilda valskipanin er meira trygg, lúgva, segði brasilski forsetin herfyri (Mynd: EPA)

2021-08-11 11:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týskvøldið feldi undirhúsið í brasilsku kongressini eitt uppskot um at útskifta talgildu valskipanina í Brasil við pappírsatkvøðuseðlum.

229 atkvøður vóru fyri, og 218 vóru ímóti. Men hóast meirilutin var fyri, manglaðu enn 79 atkvøður fyri at hava kravda meirilutan á tríggjar fimtapartar, sum er neyðugt fyri at gera broytingar í stýrisskipanini.

Ein atkvøða var blank, og fleiri politikarar møttu ikki upp til atkvøðugreiðsluna, skrivar Ritzau.

Uppskotið um at broyta valskipanina var stuðlað av forsetanum, Jair Bolsonaro. Hann hevur m.a. verið frammi og sagt, at talgilda valskipanin er óálítandi og fer at elva til valsvik.

– Fólk, sum siga, at talgilda valskipanin er meira trygg, lúgva, segði brasilski forsetin m.a. herfyri.

Mótstøðufólk hjá brasilska forsetanum halda tó, at forsetin eins og fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, roynir at sáa iva um valskipanina, so hann seinni kann nokta at góðtaka eitt tap á valinum í 2022.

Útsagnirnar hjá Bolsonaro eru eisini orsøkin til, at hægstirætturin nú hevur givið boð um, at hann skal kannast fyri m.a. mutur.

Eisini skal kannast, um Bolsonaro hevur eggjað til brotsgerðir við hansara "óskjalprógvaðu útsagnir um umfattandi valsvik"

Forsetaval verður í Brasil 2. oktober 2022, og meiningakanningar vísa í løtuni, at Bolsonaro fer at tapa til Luiz Inacio Lula da Silva úr brasilska arbeiðaraflokkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder