Uttanlands

Brasil: Miðalhitin í 2024 methøgur

Miðalhitin í 2024 var 25 stig, sum er tað heitasta, sum landið hevur skrásett

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2025-01-04 15:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

2024 varð heitasta árið, sum nakrantíð er skrásett í Brasil, síðan skrásetingar byrjaðu í 1961, upplýsir brasilska veðurstovan.

Milaðhitin í suðuramerikanska landinum í 2024 var 25,02 hitastig, sum er 0,79 stig hægri enn miðalhitin fyri tíðarskeiðið 1991 til 2020.

Gamla metið varð sett í 2023, tá miðalhitin var 24,92 stig.

Seinasta árið hevur Braisl verið rakt av bæði vatnflóðum og turki, og sambært granskarum kann hetta vera ein avleiðing av veðurlagsbroytingum, skrivar Ritzau.

Men tað er ikki bara í Brasil, at hitamet vórðu sett í 2024.

Mánadagin boðaði ST frá, at 2024 helst er heitasta árið, sum nakrantíð er skrásett á Jørðini, og í vikuni boðaðu eisini Kina, India, Indonesia, Taivan, og Hong Kong frá, at  2024 hevði verið teirra heitasta ár, sum nakrantíð var skrásett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder