Ein dómstólur í Brasil hevur givið fýra persónum longri fongsulsrevsing fyri morð og morðroynd í sambandi við einum eldsbruna á einum náttklubba í 2013.
Talan var um eina veitslu fyri universitetslesandi, sum var hildin á náttklubbanum Kiss í býnum Santa Maria. Hendingin kravdi 242 mannalív, og fleiri enn 600 onnur vórðu særd. Meginparturin av teimum, sum lótu lív, vóru lesandi millum 17 og 30 ár.
Eldurin kyknaði, ta limir úr tónleikabólkinum, sum framførdi ta kvøldið, tendraðu eitt neyðbluss, sum setti eld á loftið.
Tveir limir í bólkinum og tveir eigarar av náttklubbanum vórðu í rættinum funnin sek í morð og morðroynd, skrivar BBC. Eigararnar fingu ávikavíst 22 og 19 ára fongsul, meðan limirnir í bólkinum fingu 18 ár hvør.
Vanlukkan verður mett ein av deyðiligastu eldunum í Brasil, og hevði hon við sær, at trygdarreglur hjá náttklubbum og øðrum líknandi støðum í landinum vórðu endurskoðaðar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald