Uttanlands

Brasil: Populariteturin hjá Bolsonaro fellur

Orsøkin er handfaringin av skógareldunum í Amazonas

Jair Bolsonaro (Savnsmynd)

Jair Bolsonaro (Savnsmynd)

2019-09-03 20:46 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Populariteturin hjá brasilska forsetanum, Jair Bolsonaro, er follin munandi seinastu dagarnar.

Tað vísir ein spurnarkanning, sum varð almannakunngjørt í blaðnum Folha de S. Paulo í gjár.

Orsøkin til hetta er handfaringin av eldinum í Amazonas-regnskóginum.

Sambært kanningini, siga 38 prosent av fólkinum, at teimum ikki dámar Bolsonaro. Tað er fimm prosent fleiri enn í juli. Talið á teimum, sum halda, at forsetin ger eitt gott arbeiði er eisini farið niður á 29 prosent - fýra prosent færri enn fyri tveimum mánaðum síðani.

Ein onnur kanning, sum varð almannakunngjørd sunnudagin, vísti, at 50 prosent av fólkinum tekur frástøðu frá handfaringini hjá Bolsonaro av støðuni í Amazonas, skrivar Politiken.

Kanningarnar verða almannakunngjørdar í kjalarvørrinum á einum almennum stríði millum Bolsonaro og franska forsetan, Emmanuel Macron, og at sonur Bolsonaro er vorðin útnevndur til sendiharri í USA.

Les eisini: Macron: - Hús okkara brennur

Sambært Bolsonaro, eru kanningarnar tó ikki álítandi. Tað sigur hann í dagføring á Twitter.

Fríggjadagin verður økistoppfundur í Kolumbia om eldarnar í heimsins størsta regnskógi í Amazonas.

Í gjár upplýsti talsfólk hjá Bolsonaro, at brasilski forsetin ikki verður førur fyri at luttaka á toppfundinum. Orsøkin er, at hann skal fyrireika seg til eina skurðviðgerð í næstu viku. Sama dag sum fundurin verður, skal hann byrja at eta flótandi mat í sambandi við skurðviðgerðina, og ger hetta eina ferð til Kolumbia ógjørliga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder