placeholder
Uttanlands

Brasil skrásett fleiri enn 120.000 andlát

Seinasta samdøgrið hevur suðuramerikanska landið skrásett 41.350 smittutilburðir og 758 andlát

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-30 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin fór talið á andlátum, ið vórðu skrásett í sambandi við korona, uppum 120.000, eftir at Brasil seinasta samdøgrið hevði skrásett 758 andlát og 41.350 smittutilburðir.

Brasil er tað landið í heiminum, sum er harðast rakt av smittuni aftaná USA. USA hevur skrásett 6,1 mió. tilburðir og fleiri enn 180.000 andlát.

Brasil, ið hevur uml. 212 mió. íbúgvar hevur, sum áður nevnt, skrásett fleiri enn 120.000 andlát, og 3,8 mió. smittutilburðir.

Sambært Johns Hopkins University eru 3,1 mió. av teimum 3,8 mió., sum hava fingið staðfest smittuna í Brasil, vorðin frísk aftur.

Hóast mongu andlátini, er støðan í Brasil vorðin meira støðug seinastu vikurnar. Men Christovam Barcellos, granskari á heilsurannsóknarstovninum Fiocruz í Rio de Janeiro, ávarar um, at Brasil er langt frá at hava fingið tamarhald á smittuni.

– Brasil er eitt eindømi í heiminum. Síðan byrjanina av farsóttini, hevur kurvan í landinum verið øðrvísi enn hjá øðrum londum, sigur hann sambært Ritzau.

Hann leggur afturat, at støðan er meira støðug nú, men hon er kortini á einum vandamiklum støði, har landið hevur 1.000 andlát og 40.000 tilburðir um dagin. Og enn er Brasil ikki komið framvið toppinum av kurvuni.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder