2020-01-26 11:54
Tíðindastovan Ritzau skrivar, at 17 fólk eru saknað, og at sjey fólk eru vorðin særd í illveðrinum.
Umleið 3.500 fólk eru flutt burtur úr heimi sínum, og illveðrið hevur oyðilagt fleiri bygningar og brýr. Fleiri motorvegir eru eisini sperraðir.
Sambært brasilsku veðurstøðini, hevur mann ongantíð í teimum 110 árunum, mann hevur skrásett avfall, skrásett so nógv innan 24 tímar, sum hósdagin og fríggjadagin.
Næstu dagarnar fer væntandi at regna uppaftur meira í pørtum av landinum, m.a. í Rio de Janeiro og São Paulo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald