2022-01-03 12:35
66 ára gamli Jair Bolsonaro, forseti í Brasil, er í dag vorðin innlagdur í stórbýnum São Paulo.
Antonio Luiz Macedo, lækni hjá forsetanum, upplýsir sambært Ritzau, at orsøkin er, at hann hevur pínu í búkinum.
Bolsonaro hevur fleiri ferðir verið innlagdur, síðan hann í 2018 varð stungin í búkin undir forsetavalstríðnum.
Lækni hansara, sum skurðviðgjørdi forsetan eftir álopið í 2018, segði í dag við brasilskar miðlar, at hann skjótast gjørligt fer at flúgva til São Paulo fyri at kanna forsetan nærri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald